Føroysk úrslit triðja kvøld á Danish Open 2023

Føroyingar royndu seg aftur í kvøld í finalum á Danish Open 2023, og gekk tað bara heilt væl. Lea Osberg Højsted setti nýtt føroyskt met og juniormet, og Elisabeth Erlendsdóttir svam seg til gullnál

  • í B-finaluni í 400 blandað varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) nr 2 við 5:17.33, og endaði sostatt sum nr 10 av 20
  • í C-finaluni í 50 rygg varð Elisabeth Erlendsdóttir (2005) nr 1 við 29.94, og endaði sostatt sum nr 17 av 57. Tíðin var persónligt met hjá henni, og hartil undir gullnálakravið á 29.96
  • í C-finaluni í 50 bringu varð Lea O. Højsted (2008) nr 5 við 34.01, og endaði harvið sum nr 21 av 44. Tíðin er nýtt føroyskt met og juniormet, í mun til hennara 34.31 frá Reykjavík International í januar

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.