Úrslit frá HS Open 18. og 19. mars 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni HS Open, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 18. og sunnudagin 19. mars 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á swimrankings.net og her á tempus.fo

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 105 svimjarar og 37 lið úr 5 av okkara 6 feløgum, sum svumu seg til 631 úrslit í 43 kappingum, hesar báðar dagarnar í Gundadali.

Bestu avrik

Besta avrik av øllum átti Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, tá ið hann í 800 frí svam seg til tíðina 8:21.19, ið gevur 692 FINA-stig.

Besta avrik hjá kvinum, átti Lea O. Højsted (2008) úr Ægir, tá ið hon í 50 bringu svam seg til tíðina 33.31, ið gevur 630 FINA-stig

Heiðursmerkjabýti millum feløg

FelagGullSilvurBronsa
Ægir1996
SuSvim10106
HS71011
FS5811
FLOT1

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.