Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag svam seg í morgun víðari til eina A-finalu afturat á Bergen Swim Festival 2022, tá ið hon í 200 metra ryggsvimjing svam næstbestu tíð av øllum teimum 71 luttakandi í hesari grein. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:19.88 frá Edinburgh International Swim Meet nú fyrr í mars.
Finalan verður seinnapartin, har stevnuparturin við A-finalum byrjar kl 17:00 føroyska tíð, og har A-finalan í 200 rygg er einaferð tá ið tann stevnuparturi er komin gott og væl í helvt. Jenny Mensing verður tung at syfta, nú hon er so roynd sum hon er, og hevur persónligt met á 2:08.30 at vísa á, umframt 2:11.71 frá týsku OL-úttøkustevnuni í Berlin í fjør.
Elisabeth er einsamallur føroyingur í finalunum nú seinnapartin, nú aftaná at allar tær innleiðandi kappingarnar eru avgreiddar. Føroysku úrslitini síggjast her á hesari heimasíðuni, har bara hendan eina finalan í 200 metra ryggsvimjing nú manglar at verða sett inn.