Tey eru liðug við 2. dag á Bergen Swim Festival 2022, har vit høvdu 3 føroyingar í finalu.
- í 200 blandað setti Eyðrið Mortensen (2003) úr Havnar Svimjifelag persónligt met, tá ið hon í B-finaluni varð 3. skjótast við tíðini 2:27.98. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta, var 2:28.98 frá Reykjavík International Games í januar
- í A-finaluni í 200 bringu varð Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir 8. skj´ótast við tíðini 2:45.83. Besta tíð hjá henni er 2:44.98 frá NMU í Klaipeda í fjør summar, sum hon eisini kláraði at svimja í innleiðandi nú í dag
- í A-finaluni í 100 rygg varð Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag skjótast við tíðini 1:06.58. Besta tíð hjá henni er 1:04.67, frá EJM í Róm í fjør summar