Úrslit frá SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “SuSvim Open Apríl 2022” sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 2. og sunnudagin 3. apríl 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á swimrankings.net

Hagtøl

Tilsamans vóru tey 63 svimjarar og 12 lið úr 4 feløgum sum kappaðust hesar báðar dagarnar í Vági, til 399 úrslit í 38 kappingum.

Bestu avrik

Besta avrik átti Heini M. Askham (2006) úr Ægir, við úrslitinum 2:04.41 í 200 frí sum gav 551 FINA stig. Besta avrik hjá kvinnum, átti Róa Trygvadóttir (2008) úr Ægir, við úrslitinum 2:17.95 í 200 frí sum gav 549 FINA stig. Sí topp-10-listarnar her

Heiðursmerkjabýti

FelagGullSilvurBronsa
Ægir1537
SuSvim1067
HS71010
FS2135

Nálir

Fýra nálir vórðu handaðar á hesi stevnu, harav tvær vórðu svomnar á sjálvari stevnuni, meðan tvær vóru nálir sum svimjarar áttu tilgóðar.

  • Lilja Lenvig Harrysdóttir (2009), HS 35.81 og talentnál í 50 frí á HS Open 12. mars 2022
  • Isak Brisenfeldt (2006), HS 1:00.74 og silvurnál í 100 firvald á Edinburgh International Swim Meet 13. mars 2022
  • Sirið Vesturtún (2011), FS 35.02 og bronsunál í 50 frí, her á SuSvim Open 2. mars 2022
  • Óli Mikkelsen (2008), HS 33.12 og talentnál í 50 frí, her á SuSvim Open 2. mars 2022

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.