Nú 100 dagar eru til ætlaða HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi, kunnger FINA at tiltakið verður víðkað til at umfata tríggjar FINA-ítróttir afturat, til tað sum tey nú kalla fyri ein ‘Aquatics Festival’.
HM á stuttgeil verður sum ætlað frá 16. til 21. desember, og afturat tí verður so seinasti partur av “FINA/CNSG Marathon Swim World Series 2021” í 10km svimjing á opnum vatni, umframt ein seinasta úttøkustevna til HM 2022 í ‘high diving’, ein spildurnýggj kapping í 4×1500 metra svimjing í opnum vatni fyri mix-lið, og ein framsýning í vippulopi fyri mix-lið.
Mix-lið eru lið umfatandi bæði menn og kvinnur, har tey í hasari liðsvimjingini í opnum vatni eru tvær kvinnur og tveir menn, sum tá svimja hvør sínar 1500 metrar. Somuleiðis onkur samanseting av monnum og kvinnum í kappingini í vippulopi, har tey tá skiftast um at leypa av 3- og 10-metra vippu.
Skráin verður hendan
15. desember
- Svimjing í opnum vatni, mix-lið 4 x 1,500m
16. desember
- FINA/ CNSG Marathon Swim World Series (10km svimjing í opnum vatni)
- Setan av HM á stuttgeil 2021
16. – 21. desember
- HM á stuttgeil 2021
19. – 20. desember
- Framsýningarkapping í vippulopi fyri mix-lið
19. – 20. desember
- Úttøkukapping til HM 2022 í ‘high diving’
21. desember
- Endatiltak á HM á stuttgeil 2021