Hóast úrslitini kanska ikki vóru øll so óvæntaði í finalunum á OL í Tokyo í nátt, so vóru har nakrar útskiftingar sum benda á ættarliðsskifti. Tað var líka Adam Peaty sum er sum kletturin, og so USA í sínum liðsvimjingum.
Kanadiska Maggi MacNeil vann 100 firvald, meðan forsvarandi OL-meistarin Sarah Sjöström úr Svøríki ikki vann heiðursmerki yvirhøvur. Kanska ikki so óvæntað at Sjöström fall, nú hon breyt albogan í februar.
Bretski Adam Peaty vann yvirbevísandi 100 bringu, ikki í bestu tíð men tó yvirbevísandi frammanfyri sína kappingarneytar. Hann er fyrsti breti sum hevur forsvarað sítt OL-gullmerki í kappsvimjing, nú 5 ár aftaná Rio.
Australska Ariarne Titmus basti amerikansku legenduni Katie Ledecky í 400 frí, í spennandi kapping har Ledecky fór frá eitt sindur tíðliga í leypi av teimum 400, fyri síðani at verða innheintað og yvirhálað á síðstu metrunum.
USA vann 4×100 frí fyri harrar, ‘tíverri’ heldur yvirbevísandi hóast teir fingu kapping frá hinum liðunum. Amerikanarar duga bara hatta har, at svimja liðsvimjing, við skjótum skiftum og vendingum.
Og á ja – hetta hóast at liðsvimjingin hjá USA nú skuldi klára seg uttan Michael Phelps og Nathan Adrian. Caeleb Dressel og Blake Pieroni vóru við til at vinna gull í Rio, Pieroni sum svimjari í innleiðandi, meðan Bowen Becker og Zack Apple eru nýggir.
Í hálvfinalunum er sjálvsagt einki avgjørt enn; men tó áhugavert at síggja t.d. suðurafrikansku Tatjanu Schoenmaker svimja skjótari enn amerikansku Lilly King, eisini í hálvfinaluni aftaná at hava sett olympiskt met í innleiðandi.