Í nátt vórðu tey liðug við fyrsta kappingardøgnið á Olympisku Leikum í Tokyo, har tey svimja innleiðandi um kvøldið og síðani finalurnar eftirfylgjandi fyrrapart. Spennandi hevur verið at fylgja við, bæði væntaðum og óvæntaðum úrslitum, samstundis sum tað svíður tá ið onkur hevur ein niðurtúr júst nú á OL.
Upptúrar
Australia setti heimsmet í 4×100 frí fyri kvinnur, við 3:29.69 har teirra egna frá Commonwealth-leikirnar í Australia í 2018 var 3:30.05. Væl per definitón besta avrik á stevnuni til nú, har serliga morgunfinalurnar virka eitt sindur tungar.
18 ára gamli Ahmed Hafnaoui úr Tunesia vann gull í 400 metra frísvimjing, á uttargeil í finaluni við veikastu tilmeldingartíð av øllum finalistum, og sum eitt annars mestsum ókent andlit í altjóða svimjing
25 ára gamla Yui Ohashi úr Japan vann gull í 400 blandað, sum vit kunnu ætla var tiltrongt hjá vertstjóðini, serliga nú tað hevur verið so stríggið at yvirhøvur fáa hesar leikir í lag.
Væntandi
USA byrjaðu yvirbevísandi, við fyrst at fáa øll síni víðari til finalur, og síðani við Chase Kalisz og Jay Litherland at vinna fyrsta gull- og silvurheiðursmerki á stevnuni yvirhøvur. Nú føra tey heiðursmerkjalistan, ‘tíbetur’ tó ikki við øllum.
Niðurtúrar
Japanski Daya Seto megnaði ikki at svimja seg víðari úr innleiðandi riðlunum til finaluna í 400 metra blandaðari svimjing, hóast hann varð mettur sum ein av heiðursmerkjakanditatunum. Hann segði sjálvur um hetta, at ‘eg gjørdi ein feil‘.
Forsvarandi OL-meistarin Katinka Hosszu megnaði ikki at vinna heiðursmerki í 400 metra blandaðari svimjing yvirhøvur, og virkaði sum heild eitt sindur tung. Hon hevur kjans aftur í serliga 200 blandað, men tað sær ikki yvirbevísandi út.
Og so nú í innleiðandi riðlunum á øðrum degi, varð italska fenomenið Benedetta Pilato kolldømd úr 100 bringu, fyri nakað so banalt sum óregluligt beinspark. Hon eigur heimsmetið í 50 bringu, sum tó tíverri ikki er OL-grein.
Til ber at fylgja við OL í svimjing beinleiðis á Eurosport, afturfyri eitt gjald á 100 kr fyri hendan fyrsta mánaðin. Tá ber til at síggja eisini allar aðrar ítróttargreinar á OL, og enntá fleiri í senn um tú setur fleiri tól til hetta.