ILS og WHO felags um altjóða dag til fyribyrging av druknivanlukkum

Altjóða lívbjargingarfelagsskapurin ILS og heimsheilsufelagsskapurin WHO skipaðu nú hin 25. juli 2021 fyri fyrsta altjóða degi til fyribyrging av druknivanlukkum, við tiltøkum um allan heim. Í Føroyum gekk tað heldur stillisliga fyri seg, men vóna vit at verða betri til eisini hetta í framtíðini.

Lesið tíðindaskrivið hjá ILS her, har tey greiða frá um hvussu Sameindu Tjóðir hin 28. apríl í ár samtyktu at vilja vera við í stríðnum til at fyribyrgja druknivanlukkur, sum hvørt ár kosta eini 236.000 lív, í vanlukkum sum allaroftast høvdu kunnað verið umgingnar. Tað eru 26 hvønn tíma í árinum.

Alheims heilsufelagsskapurin WHO skrivar her um hvussu druknivanlukkur kunnu fyribyrgast, við einføldum tiltøkum sum eru prógvað at rigga, so sum:

  • at seta upp forðanir fyri atgongd til vatn
  • at skipa fyri tryggum tilboðum til børn undir skúlaaldur, vekk frá vatninum
  • at skipa fyri frálæru í svimjing, trygd í vatni og lívbjarging
  • at skipa fyri frálæru í lívbjargandi fyrstuhjálp
  • at áseta og útinna reglur til trygga bátaferðslu
  • at betra um skipanir til at umganga vatnflóð

Svimjisamband Føroya er atlimur Føroya í ILS, og hevur áðrenn hetta eina náttúrliga orsøk til at vilja virka fyri trygd í og nær vatni; tí at vit vita hvussu vandamikið hetta elementið er, ið vit samstundis eru so glað fyri.

Og tað burdi ligið væl fyri, hjá okkum føroyingum at verið betri til hetta, nú vit sum oyggjasamfelag og siglandi tjóð hava góða orsøk til at taka hetta til okkum, nú enntá sum land við atlimaskapi í WHO.

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.