Í morgin verða Olympisku Leikir 2020 settir við hátíðarhaldi frá kl 20:00 japanska tíð, sum vegna tíðarmunin á 8 tímar er kl 12:00 í Føroyum, og leygardagin byrjar so svimijstevnan í Tokyo Aquatics Centre. Sí skránna her
Vegna amerikanskt sjónvarp er skráin heldur øvut, at innleiðandi riðlarnir eru út á dagin, frá kl 19:00 lokala tíð sum frá er kl 11:00 í Føroyum, meðan finalurnar eru fyrrapart, frá kl 10:30 lokala tíð sum er frá kl 02:30 um náttina í Føroyum.
Kappast verður í 15 stevnupørtum, soleiðis at tey byrja við innleiðandi nú leygarkvøldið og finalum sunnumorgunin, og koyra á tann hátt til og við finalur leygarmorgunin í næstu viku, áðrenn finalur aftur sunnumorgunin.
Tað sær út til at Kringvarp Føroya fer at vísa setanina beinleiðis, umframt í forsøkið frá øllum førum parti av svimjistevnuni, sum sær út til at samsvara við skránna hjá DR:
- Sun 25. juni kl 14:30-16:00 – Innleiðandi sambært DR
- Mán 26. juni kl 08:00-10:00 – Finalur sambært DR
- Mán 26. juni kl 14:00-14.45 – Finalan 1500 frí fyri kvinnur smb DR
- Týs 27. juni kl 07:05-08:30 – Finalur sambært DR
- Týs 27. juni kl 14:15-16:00 – Innleiðandi sambært DR
Skráin hjá KVF steðgar í løtuni har, men kunnu vit gita at hon síðani fylgir DR:
- Mik 28. juni kl 06:00-07:00 – Finalur sambært DR
- Mik 28. juni kl 14:00-14:45 – Innleiðandi sambært DR
- Hós 29. juni kl 07:05-09:00 – Finalur sambært DR
- Hós 29. juni kl 14:40-16:00 – Innleiðandi sambært DR
Og har steðgar so skráin hjá DR, beint nú
Orsøkin til at tað er forskotið og summar tíðir eisini stytt, er vælsagtans at tað í prinsippinum er Discovery sum eigur donsk sjónvarpingina frá OL í svimjing (og rógving), meðan DR so eigur aðrar greinar. Sí býtið her, í grein frá í desember 2019.
So um føroyingar ynskja at síggja svimjingina (og rógvingina við Sverra Nielsen) beinleiðis, er tað væl á Discovery+ at man skal fara, sum hevur skrá ið bendir á at tey senda alt tað heila beinleiðis og uttan stytting.
Um ikki man hevur atgongd til aðrar ræsur, hjá til dømis norðmonnum, íslendingum ella svium, ella hjá amerikanarum.
PS. Discovery+ vil væl møguliga ikki góðtaka føroyskt gjaldkort, men tað vil Eurosport – sum er rásin har Discovery+ vísir OL.