Gøla í Póllandi – 6 úttiknir OL-svimjarar sendir heim aftur vegna rót í tilmeldingunum

Tað er rok í polsku svimjingini, nú svimjarar noyddust at ferðast heim aftur av leikunum, longu áðrenn teir eru byrjaðir, tí at har var galið við tilmeldingunum. Støðan er heldur fløkjaslig, men botnar í at hesi ov nógvu høvdu ‘bara’ B-kravtíðir at vísa á, sum ikki automatiskt merkir at tú sleppur at luttaka á leikunum.

Eg skal royna at greiða frá, her niðanfyri – men gev gætur, at støðan hjá Póllandi er meira kompleks enn hvat vit eru von við í Føroyum, umframt at hesar ymisku keldurnar ikki siga heilt tað sama. Eg vurderi at offisiella frágreiðingin frá forsetanum í polsku svimjingini er hin frægasta, og royni so at skilja hetta polska.

Úttøkuskipanin til OL er sum útgangspunkt einføld, at tey sum klára strongu A-kravtíðirnar, eru vís í at sleppa at luttaka.

Men, hartil er so ein skipan til at kunna loyva eyka svimjarum til liðsvimjingar, ella til at landið er umboðað yvirhøvur, ella tí at tey hava klárað linaru B-kravtíðirnar.

Úr úttøkuskipanini:

  1. All athletes with Olympic Qualifying Times (OQT / “A” Time)
  2. Athletes in relays
  3. Universality Places
  4. Invited athletes who have achieved an Olympic Selection Time (OST / “B” time)

Til liðsvimjingarnar er møguliga eyka úttøkan:

  • One (1) Relay – two (2) additional athletes
  • Two (2) Relays – four (4) additional athletes
  • Three (3) Relays – six (6) additional athletes
  • Four (4) Relays – eight (8) additional athletes
  • Five (5) Relays – ten (10) additional athletes
  • Six (6) or seven (7) Relays – twelve (12) additional athletes
https://youtu.be/W-uXGQAA3ao

Pólland hevði sambært forsetanum kvalifiserað seg til 6 liðsvimjingar

  • 4×100 frí fyri kvinnur
  • 4×200 frí fyri kvinnur
  • 4×100 frí fyri menn
  • 4×200 frí fyri menn
  • 4×100 blandað fyri menn
  • 4×100 blandað fyri mix-lið

Men, av tí at ikki nóg nógvir svimjarar høvdu klárað B-kravið til 4×200 frí fyri kvinnur, so varð tann stafettin ongantíð meldað til.

So vóru 5 stafettir eftir, sum gevur eitt tal á 10 møguligar eyka-svimjarar, har Pólland av eini og hvørjari orsøk hevði valt at nominera 14 svimjarar við B-kravtíð.

Avbjóðingin við B-kravtíðum er tó, at FINA skal halda seg undir eitt ávíst mestamark av svimjarum yvirhøvur, har hesi við B-tíðum eru ífylla aftaná A-tíðir, lið og ‘universality’.

(‘Universality’ er til lond sum ikki hava nakran svimjara kvalifiseraðan yvirhøvur, har viðkomandi land so sleppur at taka út eina kvinnu og ein mann)

FINA svarar Póllandi, at tey eru farin uppum markið á 10 eyka-svimjarar til stafettirnar. Pólland roynir so – um eg lesi tað rætt – at søkja um at hesi eyka kunnu sleppa at luttaka í einstaklingakapping, vegna sínar B-kravtíðir; men fær avslag.

Og nú er so næsti trupulleiki, at Pólland fær ikki mannað allar liðsvimjingarnar, um tey skulu taka 4 svimjarar úr hópinum. Og at tey tá noyðast at seta 2 svimjarar afturat av liðnum, tí at tey tá bara hava 8 pláss til eyka liðsvimjarar.

Vónandi havi eg skilt tað nøkulunda rætt. Í øllum førum endar hendan syrgiliga søgan við, at 5 svimjarar mugu ferðast heim aftur til Póllands úr OL-hópinum í Tokyo, har hin sætti ikki var farin avstað enn.

Ein partur av orsøkini er sikkurt, at tað plagar at vera pláss fyri øllum teimum við B-kravtíðum til HM, meðan tað so er strangari til OL.

Avsettu svimjararnir eru sjálvsagt í luftini, og hava tí allir skrivað undir eina klagu, sum krevur at stjórnin í polska svimjisambandinum verður send til hús. Allir uttan hasin eini, sum ikki var í Japan enn, og tí ikki var til staðar til at kunna skriva undir.

Eg fari at royna at fáa betur greiðu á hesi søgu, tí hesir ymisku lutirnir kunnu hugsast at verða viðkomandi eisini fyri okkum í Føroyum, vónandi ein dag í sambandi við OL, men annars í sambandi við HM.

Heimsendu svimjararnir, eita Jan Hołub, Alicja Tchórz, Aleksandra Polańska, Dominika Kossakowska, Bartosz Piszczorowicz og Mateusz Chowaniec.

Rókur

Keldur:

https://www.polskieradio.pl/395/7790/Artykul/2775258,Summer-Olympics-Polish-swimmers-sent-home-from-Tokyo-amid-paperwork-chaos

http://www.polswim.pl/komunikat-dotyczacy-skladu-reprezentacji-polski-w-plywaniu-w-io-w-tokio

http://www.polswim.pl/oswiadczenie-prezesa-pzp-ws-udzialu-zawodnikow-w-io-w-tokio

https://www.fina.org/competitions/5/olympic-games-tokyo-2020/info

One thought on “Gøla í Póllandi – 6 úttiknir OL-svimjarar sendir heim aftur vegna rót í tilmeldingunum”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.