The Guardian skrivar her um hvussu Alan Bircher er tikin av bretska OL-landsliðnum, sum fylgi av drúgvari kanning av óskili í svimjifelagnum har hann var høvuðsvenjari. Opinbart hava har verið so mikið stórir trupulleikar við happing um millum annað vekt og ólýdni mótvegis koronatilmælunum, at hann og ein annar hartil eru settir frá sum venjarar hjá felagnum, har Swim England so traðkar til við nýggjum leiðslubygnaða.
Bircher vann HM-silvur í 10km svimjing og EM-silvur í 5km svimjing í opnum vatni í 2004, áðrenn hann skifti til at vera venjari. Hann hevur vant tríggjar svimjarar til OL nú í Tokyo, og var á venjaralistanum hjá Team GB nú í apríl, áðrenn hann fyrr í hesum mánaði trekti seg av persónligum ávum. Lesið t.d. BBC