Eitt áhugavert prát her sum Brett Hawke hevði við David Popovici í síðstu viku, aftaná at 16 ára gamli Popovici hevði vunnið EJM-gull í 100 frí við bestu tíð í heiminum í ár, 47.30 sekund.
Hawke er avstralskur OL-svimjari frá 2000 og 2004, sum síðani varð venjari hjá tiltiknu Auburn í USA.
Nú hevur hann m.a. eitt videopodcast kallað “Inside with Brett Hawke“, sum evnar at fáa nógv av teimum allarfrægastu upp á tal.
Teir báðir tosa um teknikk, venjing og um viðføddar eginleikar, har eitt sermerkt er, at Popovici hevur eitt veingjaspenni á 205 cm, hóast hann ‘bara’ er 191 cm høgur.
Popovici tosar væl enskt, so tað er lætt at fylgja við.
Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala