church of assumption with crosses and ornamental walls in town

So er tað EM 2021

Í morgin byrjar Evropameistarastevnan 2021 í Budapest, sum eftir røttum skuldi hava verið í 2020, men sum kunnugt varð útsett vegna korona. LEN reypar um metstóra luttøku, har 51 av 52 limalondum hava fráboðað luttøku, íroknað Føroyar við Signhild Joensen.

church of assumption with crosses and ornamental walls in town
Photo by Maria Orlova on Pexels.com

Fyrstu vikuna er tað synkronsvimjing sum tað umræður, umframt lop av vippu og svimjing í opnum vatni, áðrenn tað frá mánadegnum í næstu viku er komið til kappsvimjing í svimjihyli. EM í vatnpolo varð avgreidd í januar 2020, áðrenn korona veruliga rakti, og EM fyri masters hava tey verið noydd at avlýsa.

Evropeiska svimjisambandið lovar at stroyma beinleiðis og ókeypis frá øllum EM, hesar tvær vikurnar, umframt at har sjálvsagt er stevnusíða við beinleiðis úrslitum osfr.

Signhild Joensen ætlar at royna seg í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing, sum eru 50 rygg týsdagin hin 18. mai, 100 rygg hósdagin hin 20. mai og 200 rygg leygardagin hin 22. mai.

Spennandi verður at síggja, hvussu tað spælir av hjá henni og tiltakinum sum heild. Har eru neyðturviliga strangar koronareglur, har svimjarar og hini runt hesi eru avskermaði frá Budapest annars – Men sambært LEN var talið í dag heili 3028 fólk úr 51 londum sum skulu verða í hesari ‘boblu’, so tað er ikki bara sum at siga tað.

Úr Føroyum eru luttakararnir sum sagt Signhild Joensen sum svimjari, umframt Rannvá Sigfríðsdóttir sum ferðaleiðari. Upprunaliga var ætlanin at Signhild skuldi hava sín egna venjara við – men av tí at hesin mátti melda avboð, so hava vit í staðin gjørt avtalu við íslendingar, um at okkara eini kann hoyra uppí hjá teimum.

Signhild og Rannvá fara til Budapest nú leygardagin hin 15. mai.

Nøkur viðkomandi leinki:

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.