Fyrsti olympiski meistarin í svimjing valdi hendan ítrótt tí at pápin druknaði

Ungarski Alfréd Hajos valdi sum 13-ára gamalur at vilja verða góður svimjari, eftir at pápi hansara druknaði í Donau-ánni. Sum 18-ára gamalur varð hann fyrsti olympiski meistari yvirhøvur, á hesum modernaðu olympiskum leikum, tá ið hann í Olympisku Leikum í Athen í 1896 vann tvær av teimum trimu opnu greinunum, sum vóru 100 og 1200 metrar 13 hitastig køldum sjógvi, har avbjóðingin við teirri triðu greinini var, at hetta alt varð svomið sama dag.

Alfréd Hajos. Public Domain, Link

Onkur stuttlig sitat finnast frá honum, so sum at hann aftaná at vunnið 1200-meturin skal hava sagt, at “mín vilji at yvirliva tók fullkomiliga yvir ynskið um at vinna”. Og at tá ið grikski krúnprinsurin, á galladøgverða fyri OL-vinnararnar aftaná stevnuna, spurdi Hajos, um hvar hann hevði lært at svimja so væl, so svaraði Hajos heldur ungarskt: “í vatninum”.

Hajos var eisini dugnaligur rennari, kastari og fótbóltspælari, umframt arkitektur av útbúgving. Hann var áleypari á ungarska landsliðnum sum í 1902 spældi hin fyrsta altjóða landsdystin hjá Ungarn, sum var ímóti Eysturríki. Í 1924 luttók hann í listarligu kappingini, sum tá eisini varð partur av Olympisku Leikum, og vann tá silvurheiðursmerki (har einki gull varð handað), sum merkir at hann er annar av tveimum sum hava vunnið OL-heiðursmerki fyri bæði ítrótt og list.

Lesið her á tíðindasíðuni hjá altjóða olympisku nevndini IOC umframt á Wikipedia

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.