Signhild Joensen royndi seg í morgun á serligu OL-úttøkustevnuni í Vejle, sum við hørðum treytum er sett í lag, so at allarfrægastu svimjarar í Danmark kunnu royna eftir kravtíðum til EM í vár og OL í summar. Í morgun tað fyri Signhild í innleiðandi 50 metra rygg, har hon við tíðini 29.96 svam seg til 730 FINA stig og eitt fimtapláss.
Føroyska úttøkuskipanin til EM er stutt sagt, at úttikin verða tær báðar kvinnuligu og teir báðir mannligu svimjararnir, sum í kravtíðarskeiðnum klára bestu avrik yvir 700 FINA (2020) stig á langgeil (50m). Tað vil siga, at tíðin hjá Signhild er kvalifiserandi, har hon og Vár Eidesgaard í løtuni eru tær sum hava bestu avrik.
50 rygg er ikki OL-grein, og tí var hendan kappingin sum so óviðkomandi fyri Olympisku Leikir, fyri tær sum royndu seg í morgun. Har er finala aftur í kvøld – men tey eru eftir øllum at døma bara 4 sum sleppa víðari til hvørja finalu, og er Signhild tí B-finaluni, við 4 hundraðpørtum í mun til 4. svimjara á 29.92.