Upp og niður á OL-úttøkustevnuni í Vejle í dag

Tað gekk eitt sindur upp og niður á fyrstadegnum í Vejle í dag, har svimjarar úr Danmark, Íslandi og Føroyum royndu eftir kravtíðum til EM í vár og OL í summar.

Tríggjar danskar damur kláraðu kravtíð til EM í Budapest í mai, meðan Jeanette Ottesen fór heim við akslaskaða, og onnur vóru heilt nær kravtíðunum.

Alexander Aslak Nørgaard svam skjótari enn danska EM-kravið í 1500 frí, fyri síðani at verða kolldømdur fyri tjóvstart, íslendska Snæfríður Sól Jórunnardóttir svam seg til EM og skjótari enn B-kravið til OL, og Signhild Joensen mátti melda frá í 200 rygg.

Sum skilst verður Signhild tó við í 50 rygg í morgin og í 100 rygg í ovurmorgin, vit vóna tað besta.

Úrslitini frá OL-úttøkustevnuni í Vejle síggjast her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.