Nú verður lættari at taka tíð á smáu stevnunum

Umboð fyri SSF og FLOT hava í kvøld roynt eina nýggja tíðtakingarskipan, sum vónandi fer at gera tað væl lættari at taka tíð á stevnum í skúlahyljum runt landið, og á svimjistevnum annars har krav ikki er um at tíðirnar skulu kunna brúkast til met og sovorðið.

Vónandi verður hendan skipan klár at brúka longu til FLOT-stevnuna nú hin 1. februar 2020, og síðani tøk annars at nýta á svimjistevnum undir SSF sum ynskja hetta.

Talan er um eina sokallaða ATU-X skipan frá svensku IC Control, sum mest líkist backup-partinum av Omega-eltíðtakingarskipanunum ið verða nýttar í Klaksvík, Tórshavn og Vági.

Har Omega-skipanirnar eru fultsjálvirknar frá tí at startarin setur í gongd og til svimjararnir trýsta á eltíðtakingarpláturnar, er hendan hálvtsjálvvirkin frá tí at startarin setur í gongd og til dómarararnir á málinum trýsta á hvønn sín knøtt.

Hetta merkir sambært reglum FINA, at tíðirnar ikki kunnu brúkast offisielt, uttan so at tríggir dómarar taka tíð fyri hvønn einasta av teimum svimjarum sum skulu hava eina lógliga tíð.

Men, hetta er ikki ein trupulleiki hjá okkum, við tað at nevndu stevnur longu eru at kalla stuttleikastevnur, fyrst og fremst tí hesir skúlahyljar ikki eru teir 25 ella 50 metrar til longdar, sum FINA eisini krevur.

Yvirhøvur tosa vit her um kappingar fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum eru í ferð við at læra at fara til kappingar, og sum annars kunnu fáa sínar offisiellu tíðir á regluligum stevnum t.d. í Klaksvík, Havn og Vági.

Og tað sum vit fyrst og fremst vinna her, er at sleppa undan øllum roksinum við at skula skriva tíðir niður á pappír til teldufólkið at tøppa inn, fyri heldur nú at kunnu fáa tíðirnar beinleiðis í telduna, við møguleika at vísa úrslitini eisini beinanvegin.

IC Control eru tey somu sum hava gjørt stevnuforritið Wingrodan sum øll føroysk svimjifeløg nú hava brúkt í áravís, og sum eisini hjálptu okkum við eini loysn til at vísa úrslit á stórskíggja í sambandi við NM/NJM 2019. Nýggja útgerðin riggar forrestin best saman við nýggju útgávuna WinGrodan 2, sum svimjifeløgini kunnu taka niður fyri einki sum partur av sínum WinGrodan-haldum.

Útgerðin er keypt sum liður í sokallaða “FINA Olympic Aquatics Support Programme”, har okkara verkætlan er at byggja upp eitt testumhvørvi til føroyskar svimjarar, og har vit so afturat tí royna at menna onnur viðurskifti, so sum okkara svimjistevnur. Hvør skal siga, at ein góð kapping er kanska hin besta testin.

Hetta skal nokk koma at rigga, um bara vit finna útav at seta alt tað ymiska rætt saman 🙂

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.