Dagføring av nálatíðum SSF

Góðu tit øll,

Starvsnevnd SSF samtykti í august at vilja dagføra nálatíðir SSF, til nú at hava støði í nýggjastu FINA talvum.

Nálatíðirnar á stuttgeil hava til nú verið tær somu síðani 2012, sum tá høvdu støði í FINA talvunum frá 2010.

Nálatíðirnar á langgeil komu í 2016, sum fyrireiking til fyrsta FM á langgeil, og vórðu tá sum tær á stuttgeil, við støði í talvunum frá 2010.

Talvurnar hjá FINA skifta á hvørjum ári, og tað er tí upp á tíðina at vit dagføra nálatíðaskipanina til nýggjastu FINA talvur, so at sammett verður við nýggjastu heimsmet.

Sí viðfesta “Nálatíðarskipan SSF“, sum greiðir frá hvussu vit finna nálatíðirnar, og nær tær verða innførdar.

Hartil “SSF nálatíðir (FINA 2018)”, sum eru nálatíðirnar ið nú verða innførdar – tær á langgeil frá 1. september 2018, og tær á stuttgeil frá 1. januar 2019.

VIÐMERKING – Av tí at FINA talvurnar ikki umfata eisini 280 stig, sum er valda støði okkara til Talentnál, og at roknimaskinan hjá FINA ikki enn er dagførd, so hava vit roynt at sjálvi rokna tær til á stuttgeil. Hesa kunnu tí broytast, nú eftirfylgjandi.

Fyrivarni verður tikið fyri villum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.