Innbjóðing til FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

So var hon her, innbjóðingin frá FINA til venjaraskeið í Tórshavn hin 30. november til 2. desember 2018:

Áhugaðir føroyingar verða bidnir um sum skjótast at senda teldupost til mín á rokur[kurla]ssf.fo, við hesum upplýsingum, so at eg kann skráseta tey í skipanini hjá FINA, og melda til:

  • Navn, soleiðis sum tað stendur í passinum
  • Skann ella mynd av passinum
  • Andlitsmynd
  • Adressuupplýsingar
  • Teldupost-adressa (hjá tí sum meldar til)

Vit hava longu ein lista sum telur eini 21 fólk, sum hava roynt at melda til áðrenn hendan offisiella innbjóðing kom út. Tey verða so vítt gjørligt tikin fyrst … men gevið gætur at innbjóðingini er send út um allan heim, og at har bara eru 30 pláss.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.