Hetta vikuskiftið er stór svimjiráðstevna í Finnlandi, kallað “Learn to Swim & Coach Conference 2018“, við luttøku av eisini umboðum fyri Svimjiskúla Føroya.
Stevnan er í Vierumäki, einar 30 kilometrar norðanfyri Helsinki, í tí sum tey kallað fyri “The Sports Institue of Finland“.
Føroysku umboðini eru Jórun Eið Johannesen, Pálin Olsen og Rúni Gaardbo, sum eru oddafólk í okkara Svimjiskúla Føroya, sum tekur sær av at læra fólk at læra fólk at svimja.
Á skránni er – sum heitið á tiltakinum sigur – partvís tað heilt grundleggjandi, at læra børn og vaksin at svimja, og at partvís at læra at venja hesi fram til góð úrslit.
Hendan ráðstevnan gongur upp á skift millum limalondini í norðurlendska svimjisambandinum, annaðhvørt ár, og verður eftir ætlan í Føroyum aftur í 2024. Vit høvdu hana seinast í 2012, men tað tekur jú eina løtu at flyta hana millum 5-7 limalond 🙂
Vegna SSF
Rókur