Stórur áhugi fyri FINA venjaraskeiðnum í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Hóast tað enn ikki er klárt at melda til, so hevur SSF longu móttikið í minsta lagi 18 tilmeldingar til tey 30 plássini á hesum fyrsta “FINA Coaches Certification Programme” skeiðnum í Føroyum, sum verður í Havn hin 30. november til 2. desember 2018.

FINA venjaraskeið í Føroyum hin 30. november til 2. desember 2018

Eg skrivi ‘í minsta lagi’, tí tær koma av góðum grundum á allar møguligar ymiskar mátar, so leingi sum FINA ikki formliga hevur latið upp fyri tilmeldingum enn. Hetta kemur vónandi uppá pláss heilt skjótt, og hava vit ávarað FINA um at her eru fleiri sum gjarna skuldu fingið fyrstu pláss.

Til nú eru vit 6 mannligir og 12 kvinnuligir venjarar:

  • 3 úr Svimjifelagnum FLOT
  • 2 úr Havnar Svimjifelag
  • 6 úr Ægir
  • 2 úr Fuglafjarðar Svimjifelag
  • 2 úr Bergensvømmerne
  • 3 vegna SSF

Tær báðar úr Bergen eru meira ella minni av tilvild, tí at onnur koyrdi við okkum aftur av miniráðstevnu í Fåborg til Keypmannahavnar, og har frætti um skeiðið. Annars eru luttakararnir yvirhøvur fólk sum royna ella hava roynt seg sum venjarar í føroyskum svimjifeløgum, á ymiskum stigum frá nýbyrjarar til heilt royndir venjarar.

Vit hava eisini samband við íslendingar, og vænta at í minsta lagi 3 koma haðani, so at talið nú er minst 21 av 30 møguligum.

Ætlanin er avgjørt at sleppa at hýsa eisini næstu tvey stig í venjaraútbúgvingini hjá FINA, so at vit um skamma tíð vónandi hava eina rúgvu av svimjivenjarum við altjóða viðurkenda høvuðsvenjaraútbúgving. Tilboðið frá FINA er spildurnýtt; men tað er væl eingin ivi um at eitt prógv frá FINA er gott pappír at hava í hondini, um man til dømis vil út í verðina at royna seg sum venjari 🙂

Áhugaði kunnu venda seg til mín á rokur[kurla]ssf.fo ella +298 219754, so royna vit at goyma pláss til tykkum eisini.

Vegna SSF

Rókur

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.