Pál Joensen til Bergen Swim Festival 2015

Næsta vikuskifti verður fyrsta útgáva av Bergen Swim Festival á langgeil, við luttøku av 677 luttakarum úr 92 feløgum og 16 svimjtjóðum í nýggja ADO Arena í Bergen. Ein ófatiliga vøkur svimjihøll, sum hevur kostað um 1 milliard norskar krónur, uppkallað eftir norska heimsmeistaranum Alexander Dale Oen, sum andaðist upp undir OL í London fyri trimum árum síðani.

(Ein risa mosaik-mynd av Alex í forhøllini til ADO Arena, samansett av túsundtals norskum svimjimyndum)

Millum teir mongu luttakararnar verður eftir øllum at døma tann éini føroyski svimjarin, nevniliga Pál Joensen sum trúliga vitjar Bergen til at heiðra sín vin og sína fyrimynd, saman við øðrum stjørnum úr til dømis Danmark og Ungarn. Svimjisambandið vónar at kunna luttaka við einum størri hópi longu næsta ár.

Svimjistevnan í Bergen er frá fríggjadegi 29. mai kl 15 til einaferð sunnudag seinnapart hin 31. mai. Vit fylgja sjálvsagt við, í tann mun sum tað yvirhøvur ber til.

bsf.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.