Pál 2:22.18 og nr 7 í 200 bringu á BSF 2015

Pál Joensen royndi seg í dag í finalu eisini í 200 metra bringusvimjing, á Bergen Swim Festival 2015, aftaná í innleiðandi riðlunum í eini og somu kapping at hava sett føroyskt met í bæði 50, 100 og 200 metra bringusvimjing. Men nú var annaðhvørt uppi hjá Páli, ella var kappingin bara so mikið í heimsklassa innan bringusvimjing, at har einki var at gera.

Teir báðu fremstu kappaðust nevniliga niður ímóti heimsmetinum og/ella evropeiska metinum í 200 metra bringusvimjing, sum er ávíkavist japanski Akihiro Yamaguchi 2:07.01, og ungarski Daniel Gyurta 2:07.23. Nýggja føroyska metið hjá Páli er til samanberingar 2:21.71.
Continue reading Pál 2:22.18 og nr 7 í 200 bringu á BSF 2015

Magnus bronsu í 50 metra rygg ‘útskiljing’ á BSF 2015

Magnus Jákupsson svam seg í dag til bronsuheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2015, tá ið tey í finaluumfarinum avgreiddu 3 ferðir 50 metra ‘útskiljing’ í greinini.

Fyrst svumu teir 8 í finaluni, har 3 teir spakuligastu síðani vóru tiknir úr kappingini. Magnus var tá skjótastur av øllum, við tíðini 25.77 frammanfyri turkiska Baslakov á 25.97 og norska Solli á 26.51.
Continue reading Magnus bronsu í 50 metra rygg ‘útskiljing’ á BSF 2015

Pál 3:51.32 og silvur í 400 frí á BSF 2015

Pál Joensen svam seg í dag til silvurheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2015, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:51.32, aftanfyri ungarska Gergely Gyurta sum vann gull við 3:50.82, og frammanfyri norska Henrik Christiansen sum vann bronsu við 3:51.53.

Tað var ein drápuligur dystur. Danski Daniel Skaaning legði hart út og førdi við 54.64 aftanfyri fyrstu 100, har Pál var nr 2 við 56.35. Pál heintaði tó Daniel inn í leypi av næstu 100-150 metrarnar, og førdi so við Gergely Gyurta beint í hølinum, inntil Gyurta seinastu 50 dró seg framum.

(Video frá finaluni. Pál er á geil 3)
Continue reading Pál 3:51.32 og silvur í 400 frí á BSF 2015

Pál trý nýggj føroysk met í somu kapping á BSF 2015

Pál Joensen setti í morgun føroysk met í 50, 100 og 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 200 metra bringusvimjing á Bergen Swim Festival svam fyrstu 50 metrar uppá 30.65, fyrstu 100 uppá 1:06.40, og síðani allan teinin uppá 2:21.71. Hetta var fimtskjótasta tíð av øllum í innleiðandi riðlunum, og Pál er tí víðari til finaluna eisini, sum verður seinnapartin.

Pál hevur harvið betrað um øll trý føroysk met hjá monnum í bringusvimjing á langgeil, og tað so dyggiliga eisini. Pauli Øssursson Mohr átti føroyska metið í 50 metra bringusviming, sum var 31.39 frá EM í Budapest í 2010. Bartal Hestoy átti føroyska metið í 100 metra bringusvimjing, sum var 1:08.84 frá Actavis Open í Íslandi í 2013. Og Bartal átti eisini føroyska metið í 200 metra bringusvimjing, sum var 2:26.46 frá íslendsku meistarastevnuni á langgeil í 2013.

Live stream frá Bergen Swim Festival 2015

Norðmenn stroyma her á livestream beinleiðis frá Bergen Swim Festival 2015. Tey eru beint nú í ferð við at avgreiða seinastu innleiðandi riðlar, og síðsti finalupartur er so frá kl 15 norska tíð (kl 14 her í Føroyum), har vit millum annað skulu síggja Pál Joensen í finalu í 400 frí og 200 bringu, og Magnus Jákupsson í ‘útskiljingarfinalu’ í 50 rygg.

‘Útskiljingarfinala’ er har tey svimja fleiri umfør av somu kapping, og taka tey spakuligasti burtur úr kappingini aftaná hvørt umfar, inntil nakrir fáir svimjarar standa eftir. Og í síðsta umfari verður so vinnarin funnin.

Magnus 56.41 og silvur í 100 rygg á BSF 2015

Magnus Jákupsson royndi seg fyri løtu síðani í finalu í 100 metra ryggsvimjing á Bergen Swim Festival 2015, og megnaði hann har at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki. Fremstur var norski Lavrans Solli sum svam teinin uppá 54.85 sekund, síðani varð Magnus nr 2 við 56.41 og hareftir svenski Mattias Carlsson nr 3 við 56.51. Sí úrslistalistarnar her á medley.no

Pál víðari til finalu í 400 frí á BSF 2015

Tey svimja innleiðandi riðlar aftur í morgun á Bergen Swim Festival, har kappingarnar eru 400 frí, 200 rygg, 200 firvald og 50 bringu.

Í innleiðandi 400 frí var danski Anton Ørskov Ipsen skjótastur við tíðini 3:54.73. Norski Henrik Christiensen var nr 2 við 3:55.36, nr 3 við Pál 3:55.97 og ungarski Gergely Gyurta nr 4 við 3:57.24. Aðrir í finaluni verða turkisku Ediz Yildirimer og Engin Yildirim, Christoph Meier úr Liechtenstein og danski Daniel Skaaning.

Frans Johannesen hevur vegna sjúku verið noyddur at melda frá luttøku á Bergen Swim Festival.

Sí úrslit her á medley.no

Pál og Magnus víðari til finalu á Bergen Swim Festival 2015

Fyrstu innleiðandi riðlar vórðu avgreiddir á Bergen Swim Festival í dag, har Pál Joensen royndi seg fyri Føroyar í 200 metra frísvimjing, og Magnus Jákupsson fyri Danmark í 100 metra ryggsvimjing. Og tað gekk bara gott; Pál kom í finalu sum nr 7 við tíðini 1:52.68, og Magnus sum nr 4 við tíðini 57.65. Favorittar eru Henrik Christiansen úr Noregi við tíðini 1:51.29 í 200 frí, og Lavrans Solli úr Noregi við 55.71 í 100 rygg. Sí úrslit á medley. no

Ófør luttøka á Bergen Swim Festival 2015

Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Bergen, við luttøku av 677 svimjarum úr 16 londum, íroknað Noreg (sjálvsagt), Svøríki, Danmark, Týskland, Ungarn, Tjekkia og Kroatia. Fyri Føroyar luttekur Pál Joensen, og fyri Danmark millum annað teir báðir Frans Johannesen og Magnus Jákupsson.

Startlistar og sovorðið sæst her á livetiming.no, har vit síggja at Pál fær harða kapping á longsta teininum sum er 400 frí, frá norska stjørnuskotinum Henrik Christiansen sum hevur bestu tíð 3:41.81 í mun til Pál á 3:42.31, og frá ungarska Gergely Gyurta á 3:44.94, sum vann gull í 1500 frí á stuttgeil á EM í Herning í 2013.

Bergen Swim Festival byrjar nú fríggjadagin 29. mai 2015, og heldur áfram til og við sunnudagin 31. mai. Sí bsf.no