IOC vil loyva íðkarum at hava egnar sponsorar runt OL

Altjóða olympiska nevndin IOC er eftir øllum at døma við at bloytast í spurninginum um lýsingar runt Olympisku Leikir, tí á fundi í Rio her í vikuni kom eitt uppskot um at loyva íðkarum at hava egnar egnar lýsingar runt OL.



Sum hava treytirnar til OL-íðkarar verið at kalla eitt ‘blackout’ í nýtslu av íðkarum, venjarum og leiðarum í lýsingum, í umleið ein mánaða runt sjálvar leikirnar. Einastu loyvdu lýsarar vóru teir hjá IOC sjálvum, um ikki annað var góðkent av stjórnini hjá IOC.

Men nú skjýtur olympiska nevndin upp at broyta hesar reglur, so at ein til dømis ein urframleiðari kann halda áfram at brúka ein OL-íðkara í sínum lýsingum, so leingi sum lýsingarnar annars ikki fyrihalda seg til leikirnar.

Endaliga avgerðin verður ikki tikin fyrr enn í juli mánaða, men tað sær væl gott út.

Lesið t.d. NBC Sports

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.