Danir hava nú um vikuskiftið avgreitt sínar økismeistarastevnur á langgeil, har eisini Frans Johannesen og Magnus Jákupsson royndu seg. Og tað gekk bara heilt ókey.
Á Vestdanske Langbanemesterskaber í Hjørring vann Frans Johannesen gull í 400 frí (4:08.12), 200 frí (1:53.60) og 100 frí (53.01), umframt í 200 blandað (2:10.17). Hartil vann hann sum partur av stafettini hjá Esbjerg silvur í 4×200 frí og bronsu í 4×100 frí og 4×100 blandað. Sí úrslitalistarnar her.
Og á Østdanske Langbanemesterskaber í Ballerup vann Magnus Jákupsson gull í 50 firvald (25.05) og í 50 rygg (26.18), umframt silvur í 50 frí (23.67). Sí úrslitalistarnar her.