Startlistin til NJM/NM 2014 er klárur

Sviar hava lagt út startlistan til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna og Meistarastevnuna 2014, her á livetiming.se.



Vit síggja ikki óvæntað at kappingin er hørð, so at føroysku svimjararnir sum heild hava styrkismeting í lægra endanum av styrkislistanum.

Á longru teinunum bragdar tó, har Alvi Hjelm úr Ægir hevur næstbestu tilmeldingartíð hjá ‘pre-seniorum’ í 1500 frí, og triðbestu í 400 frí.

Hartil hevur Signhild Joensen rímiligan kjans at blanda seg uppí heiðursmerkjastríðið í 200 rygg, har hon er 2 sekund frá bronsuni.

Kappingin verður í Upplands Väsby nær Stokkhólmi hin 12. til 14. desember 2014.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.