Cecilia 2:04.86 í 200 frí á HM í Doha 2014

Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir setti stórt nýtt persónligt met nú á HM á stuttgeil í morgun, tá ið hon í innleiðandi riðlunum í 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 2:04.86. Hennara besta tíð áðrenn hetta var 2:06.22 frá Ægir-stevnu í oktober 2014. Elspa Mørkøre eigur enn føroyska metið á 2:03.15 frá 2007, men Cecilia er nú tann næstskjótasta nakrantíð.

Her er ein samrøða við Ceciliu aftaná teir 200 í morgun

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.