Juniorgentur 4:24.68 og juniormet í 4×100 blandað á NJM 2014

Juniorgenturnar hjá Føroyum settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaði liðsvimjing, tá ið tær í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2014 svumu teinin uppá 4:24.68.

(Tær fýra sum svumu. Jón Bjarnason eigur myndina)
Continue reading Juniorgentur 4:24.68 og juniormet í 4×100 blandað á NJM 2014

Heiðursmerki og met aftur í kvøld á NJM/NM 2014

Alvi Hjelm úr Ægir bjargaði okkum eitt heiðursmerki afturat á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni 2014, og Signhild Joensen úr Ægir betraði um sítt føroyska juniormet í 200 metra ryggsvimjing. Hartil settu juniorgenturnar føroyskt juniormet fyri landslið í 4×100 blandað.


Continue reading Heiðursmerki og met aftur í kvøld á NJM/NM 2014

Alvi 3:55.66 og bronsu í 400 frí á NM 2014

Alvi Hjelm vann sær fyri løtu síðani eitt heiðursmerki afturat á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2014, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:55.66. Hetta er nýggj besta tíð hjá Alva, har hansara persónliga met til nú var 3:55.88 frá donsku stuttgeilameistarastevnuni í fjør. Og nú á NM 2014 rakk tað so til bronsuheiðursmerki, aftanfyri norsku Knut Oscar Skipperud og Ole Martin Bjørlykke á 3:49.43 og 3:49.70. Sí úrslitalistan her.

Flottar forbetringar á NJM/NM 2014

Aftur í morgun svumu føroyingarnir skjótt á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni 2014, so at øll teirra nú hava svomið í øllum førum eina bestu tíð á hesi stevnu. Tað er krevjandi at kappast ímóti hesum sterku grannalondum okkara; men tó so fingu vit aftur í morgun bæði bestu tíðir, finalupláss og heiðursmerkjavónir.


Continue reading Flottar forbetringar á NJM/NM 2014

Føroyskt met, juniormet og bronsu á NJM/NM 2014 í kvøld

Tey bæði systkini Ásbjørg og Alvi Hjelm bjargaðu kvøldinum fyri Føroyar, tá ið næsta umfar av finalum á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni var avgreitt í svimjihøllini í Upplands Väsby. Fyrst setti Ásbjørg føroyskt met og juniormet í 50 bringu, og síðani setti Alvi føroyskt juniormet við at vinna bronsu í 400 metra blandaðari svimjing.


Continue reading Føroyskt met, juniormet og bronsu á NJM/NM 2014 í kvøld

Alvi 4:26.12, juniormet og bronsu á NM 2014

Alvi Hjelm úr Ægir setti fyri løtu síðani føroyskt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Upplands Väsby svam seg til bronsuheiðursmerki við tíðini 4:26.12. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag átti føroyska juniormetið á 4:30.51, frá Ægir-stevnu í november 2012. Sí úrslitalistan her.

Ásbjørg 33.81 og nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni og Meistarastevnuni 2014 svam teinin uppá 33.81. Hon átti sjálv føroyska metið á 33.90 sekund, frá FøroyaMeistarastevnuni 2014. Sí úrslitalistan her.

Fleiri finalupláss til føroyingar á NJM/NM 2014

Í morgun avgreiddu tey næsta umfar av innleiðandi riðlum á NJM/NM 2014, og tað gekk bara ókey hjá føroyingunum. Flestu svimjarar hava nú sett bestu tíð í minst einari grein, og Alvi Hjelm er nú heiðursmerkjakandidatur í eisini 400 blandað, har finalan verður svomin seinnapartin.


Continue reading Fleiri finalupláss til føroyingar á NJM/NM 2014

Alvi 15:40.69 og silvur í 1500 frí á NM 2014

Alvi Hjelm svam seg í kvøld til silvursheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2014, tá ið hann í høllini í Upplands Väsby svam teinin uppá 15:40.69. Norski Ole Martin Bjørlykke vann kappingina við tíðini 15:11.11, meðan svenski Christopher Jedel vann bronsu við tíðini 15:42.99.


Continue reading Alvi 15:40.69 og silvur í 1500 frí á NM 2014