Dagbladet Ringsted hevur fingið innlit í kanningina hjá danska arbeiðseftirlitinum av vanlukkuni í Ringsted, sum tíverri avdúkar at tað vóru íðkarar sum av óvart vóru atvold til at 200 kilo tunga ‘cross-training’ maskinan koppaði og drap 12 ára gomlu Pernille Asmussen:
“Det blev den 29. april 2011 af politiet oplyst, at på ulykkestidspunktet blev vægttræningsredskabet, en såkaldt crosstrainer, brugt af to personer. De to personer stod og trænede triceps uafhængigt af hinanden. Personen til venstre ved vægttræningsredskabet blev færdig med øvelserne en gentagelse før personen til højre. Da personen til højre ved vægttræningsredskabet lavede sidste gentagelse, kom vægttræningsredskabet ud af balance og væltede ned over træningsmåtten placeret på gulvet foran vægttræningsredskabet. Vægttræningsredskabet ramte to personer, som lå på træningsmåtten”.
Íðkarin vinstrumegin hevði vant við 25 kilo og íðkarin høgrumegin við 50 kilo. Maskinan varð keypt fyri fáum mánaðum síðani, men har var eingin vitan um hvør sum hevði sett hana saman og stillað hana upp. Kanningin staðfesti eisini at har vóru fleiri aðrar maskinur í hølinum sum heldur ikki vóru settar fastar, og sum tí ikki vóru stabilar.
Íðkararnir hava sambært hesum mest sannlíkt onga ábyrgd sum helst fyri at maskinan koppaði, uttan so at tey tilfeldigvís vóru við til at seta hana upp á sinni. Men tað má vera forferdiligt at vita, at man so-ella-so tó so hevur verið beinleiðis uppíblandaður at hon koppaði.
Keldur:
http://jp.dk/indland/article2421276.ece
http://www.sn.dk/Saadan-vaeltede-traeningsredskabet/Ringsted/artikel/127195
http://www.sn.dk/Flere-redskaber-i-svoemmeklub-var-farlige/Ringsted/artikel/127219
Ekstra Bladet leggur ikki fingrarnar ímillum:
http://ekstrabladet.dk/112/article1549643.ece