Brasil eigur ongar Omega OSB11 skamlar (!)

Alberto Pinto Silva, venjari hjá brasilska Cesar Cielo Filho, kallar tað fyri tápuligt at landið hjá honum ikki eigur nakran Omega OSB11 startskammil, av slagnum sum fara at verða nýttir á HM í Shanghai í summar og á OL í London næsta summar. Stevnurnar har Cielo skal verja ávíkavist sítt heimsmeistaraheiti og OL-gull. Les SwimNews.com.

Tessner við startblokkunum í Havn

(Tessner við startskamlarnar í Havn. Mynd: Helena Dam)

Tey testa okkurt slag av brasilskari útgávu nú, sum Pinto tó sigur hevur ein ørvísi vinkul. ‘Vinkulin á fótstúttuni aftan er ørvísi. Tað ljóðar tápuligt, men vit tosa um svimjaran sum eigur heimsmetið’.

Ótrúligt at eitt so stórt land sum Brasil ikki skal eina nakran OSB11 skammil, tá ið vit her í Føroyum nú hava teir settar upp í tveimum av teimum trimum 25 metra hyljunum sum vit eiga. Ja, teir kosta eitt sindur av peningi, men teir eru neyðugir um tú vilt venja perfektan start.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.