Ógvuliga apropos nú eftir álopið á Osama Bin Laden, skipar amerikanska svimjisambandið og Navy SEALs fyri einum átaki kallað “the SEAL Fitness Challenge“, har svimjarar 13 ár og eldri kunnu royna seg í standard testini hjá Navy SEAL
- 500 yard svimjing uppá tíð (10 min pausu)
- Flest møguligar armboyggingar uppá 2 min (2 min pausu)
- Flest møgulig búkøvilsi uppá 2 min (2 min pausu)
- Flest møguligar kropslyftingar uppá 2 min (10 min pausu)
- 1.5 miles renning uppá tíð
Allir íðkararnir fáa úrslitið rokna út sum stig sambært forskriftunum hjá Navy SEAL, og úrslitini verða síðani kunngjørd á www.usaswimming.org.
Her eru úrslitini per 28. apríl 2011.
500 yards eru 457.2 metrar og 1.5 miles umleið 2.4 kilometrar. Hyggja vit eru úrslitunum hjá teimum bestu, so eru tað ikki smáting sum tey frægastu klára, til dømis 450 metrar av svimjing uppá 4:58, 2.4 kilometrar av renning uppá 8:21, 127 armboyggingar uppá 120 sekund og 98 pullups uppá eisini 2 minuttir :-S