Ricky Clausen hevur eina góða kronikk nú á www.simma.nu/dk, har hann listar upp hvussu leiðslan í Ringsted Svømmeklub hevur tacklað støðuna nú eftir at Pernille Asmussen doyði av at fáa eina styrkivenjingarmaskinu á seg. Longu beinanvegin fingu tey kreppuhjálp frá Falck til øll beinleiðis uppíblandaði, og dagin eftir til einhvønn annan í felagnum sum mátti hava tørv á tí. Stórasystir varð fingin heim av stevnu í Luxembourg, fólk hava staðið saman, og danska svimjisambandið og ítróttarsambandið hava eisini verið hollir stuðlar við Lars Sørensen, Morten Kjær og Willy Rasmussen. Alla æru vert, at tey yvirhøvur orka at stríðast, heldur enn bara at klappa saman.