SuSvim vann flest heiðursmerki á FM/JM 2010

Suðuroyar Svimjifelag vann 33 gull, 28 silvur og 21 bronsuheiðursmerki á FM/JM 2010. Ægir vann næstflest við 22 gull, 28 silvur og 16 silvur, meðan HS vann triðflest við 15 gull, 9 silvur og 15 bronsu. Í juniorkappingini vann Ægir flest heiðursmerki við 13 gull, 14 silvur og 10 bronsu, meðan SuSvim í seniorkappingini vann 20 gull, 18 silvur og 11 bronsu. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki av øllum, 13 gull og 1 silvur, meðan Birita Debes úr FLOT vann flest hjá kvinnum, 9 gull og 2 silvur.

Heiðursmerkjabýti millum feløg, FM/JM 2010

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 33 27 20
Ægir 22 29 17
HS 15 9 15
FLOT 10 2 5
FS 4 14 22
Tilsamans 84 81 79

Heiðursmerkjabýti millum feløg, JM 2010 (juniormeistarastevnan)

Gull Silvur Bronsa
Ægir 13 14 10
SuSvim 13 10 10
HS 8 5 6
FLOT 5 1 1
FS 3 10 12
Tilsamans 42 40 39

Heiðursmerkjabýti millum feløg, FM 2010 (føroyameistarastevnan)

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 20 17 10
Ægir 9 15 7
HS 7 4 9
FLOT 5 1 4
FS 1 4 10
Tilsamans 42 41 40

Rættiliga stórur munur er á heiðurmerkjabýtinum, um vit samanbera við í fjør …

Heiðursmerkjabýti millum feløg, FM/JM 2009

Gull Silvur Bronsa
SuSvim 42 20 16
HS 16 26 19
FS 16 12 15
FLOT 5 6 9
Ægir 3 10 8
Tilsamans 82 76 71

Heiðursmerkjabýti millum feløg, JM 2010 (juniormeistarastevnan)

Felag Gull Silvur Bronsa
FS 12 5 5
HS 10 11 9
SuSvim 10 8 4
FLOT 4 4 7
Ægir 3 6 4
Reki 0 2 4
Tilsamans 39 36 33

Heiðursmerkjabýti millum feløg, FM 2010 (føroyameistarastevnan)

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 32 12 12
HS 6 15 10
FS 4 7 10
FLOT 1 2 2
Ægir 0 4 4
Tilsamans 43 40 38

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar vísir hvussu stóran týdning Pál Joensen hevur fyri Suðuroyar Svimjifelag, eisini tá ið tað kemur til at skava heiðursmerki heim. Og her skal ein minnast til, at Pál ikki sum til dømis Birita kundi luttaka eisini í juniorkappingini, og tískil bara hevði helvtina so nógv møgulig heiðursmerki at vinna.

Heiðursmerkjabýti millum svimjarar, FM/JM 2010

Gull Silvur Bronsa
Pál Joensen (1990), SuSvim 13 1
Birita Debes (1995), FLOT 9 2
Magnus Jákupsson (1994), HS 9 1
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 8 3 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 7 7 2
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 6 3 2
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 3 4 3
Poula Ø. Mohr (1995), FS 3 4 2
HS junior 3
HS senior 3
Malan V. Bærendsen (1991), SuSvim 3
Ægir junior 2 4
Jón Hofgaard (1992), SuSvim 2 3 1
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 2 2 1
Ægir senior 2 1 3
SuSvim senior 1 5
Jóhann Heðinsson (1995), FS 1 3 4
SuSvim junior 1 2 3
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 1 2 1
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 1 1 2
Sofus Bech (1994), SuSvim 1 1 2
Elspa Mørkøre (1990), Ægir 1 1
Astrið Foldarskarð (1994), FLOT 1 2
Helena S. Sævarsdóttir (1994), SuSvim 1
Monika Biskopstø (1994), Ægir 7 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 6 2
Jonna B. Thomsen (1996), FS 3 4
Jóhanna Egholm (1996), FS 2 5
Óli Mortensen (1996), HS 2 4
Guðrun Holm Jacobsen (1992), HS 2 1
Pauli Ø. Mohr (1991), HS 2 1
Eyðrið Hansen (1994), FS 2
Shaila millum Garðarnar (1984), SuSvim 2
Markus Joensen (1996), HS 1 3
Bartal Hestoy (1992), HS 1 2
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1 2
Pætur Leo (1997), SuSvim 1 1
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 4
FS junior 3
Erla Christiansen (1996), 2
FS senior 2
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 2
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 2
Ragnvald Jensen (1989), FLOT 2
Sunnleyg Eliasen (1997), FS 2
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 1
FLOT senior 1
Sigmund Mørkøre (1995), 1
Teitur Skoubo Nolsøe (1995), HS 1
Tilsamans 84 81 79

7 thoughts on “SuSvim vann flest heiðursmerki á FM/JM 2010”

  1. Í top’10 yvir teir svimjarir sum vinna flest gull eru 5 svimjarir úr Susvim, og í nógvum kappingum sum Pál vinnur er silvurvinnarin úr, ja gita sjálvur… Susvim. Og hansara liðfelagar sum sikkurt lesa her av og á, eiga óiva at klára seg fínt uttan hann, um ikki annað so bara fyri at prógva at Susvim ikki bara er Pál Joensen og at tey faktiskt duga nakað sjálvi, nú nøkur teirra “symbolst” eru útvald til ymisk landslið, og onkur fekk onkran tittul.

    Men lat okkum seta forboð fyri at Pál, Birita, Magnus, Cecilia og Poula svimja til næsta FM, bara fyri at síggja hvussu nógv tað broytir uppá myndina av føroyskari svimjing. Eg eri við uppá tað.. er tú?

    1. Ok hatta skilji eg ikki rættuliga Jón. Hvat er hatta ein kommentar til, og hví skulla nøkur útvald hava forbod fyri at luttaka? Hvat meinar tú vid “súmbolskt” úttikin?

      1. Tað er ein kommentarur til hetta:
        Heiðursmerkjabýti millum svimjarar vísir hvussu stóran týdning Pál Joensen hevur fyri Suðuroyar Svimjifelag, eisini tá ið tað kemur til at skava heiðursmerki heim.

        Hvørt felag hevur sin sterka svimjara sum klárar seg betur enn onnur í felagnum, men tað er eitt sindur niðurgerandi fyri meg at skriva soleiðis, tí eg havi nógvar góðar svimjarir her í Susvim, eins og hini feløgini hava onnur sum klára seg væl.

        Og hvat kann tað vera annað enn ein symbolsk úttøka um Susvim er Pál? Eg veit væl at soleiðis er ikki, men kundi ikki annað enn skriva soleiðis tá ið eg las hatta.

        1. Men eg skal nokk royna at orða meg ørvísi (ella taka handan partin burtur), tá ið vit koma til tíðindaskrivið 🙂

  2. Ok. Man skuldi longur upp fyri at síggja hatta. Og har eri eg heilt einigur í tær Jón. Sjálvt um eg eri einigur í at Pál hevur stóran týdning fyri SUSVIM, eins og hann hevur fyri alla føroyska svimjing. Haldi tad er stórt at hann yvirhøvur møtir upp til FM tá man hugsar um hansara stødi. Dámdi væl kommentarin frá honum í sjónvarpinum har hann segdi at grundin til at hann kanska ikki svam eins skjótt og seinasta ár, haldi tad var í 200 frí, var at hinir kappadust meira sínamilllum, og hann vónadi at fáa meira kappin næsta ár. Hann hevur skumpa føroyska svimjing inn í eina heilt nýggja dimentión!!!

    Og bara fyri líka at nevna tad, so skilji eg ikki kriterieni fyri at velja ársins svimjara, tá man hyggur at hvat Pál hevur víst hetta seinasta ári. OYL 09 World Cup og hansara plasering á World Ranking!!! Ikki tí eg vil takad nakad frá fantastisku úrslitunum frá Magnusi, har serliga 25.17 imponerar stórt, men enn haldi eg at Pál átti at fingid handan heidurin aftur í ár.!!!

    Til seinast eitt stórt tillukku til tykkum øll sum gera so nógv gott fyri føroyska svimjing!!!

    1. At eg sum útgangspunkt varð (enn einaferð) imponeraður av Pál, longu tá ið eg sá tilmeldingarnar áðrenn FM/JM 2010. Tí at hann veruliga “takes one for the team”, tá ið hann luttekur so nógv á FM. Hann kundi jú tað sama farið ein túr til Klaksvíkar til dømis fríggjakvøld, at venja í friði meðan restin rokaðist í Havn. Ella suður aftur longu fríggjakvøld.

      Eg veit væl at tað er tí at tit nú einaferð gera tað soleiðis, har suðuri. At hann luttekur í øllum tí at tað er hørð venjing, í kombinatión við allar teir róligu metrarnar runt um sjálva kappingina.

      Men tað er stadigvekk imponerandi. Til dømis Liam Tancock gjørdi jú nakað heilt annað herfyri, tá ið hann droppaðu upplagda finalu í sergreinini 50 rygg, fyri heldur at fara í biograf, í leypi av bretsku úttøkukappingina til Commonwealth Games.

      “Liam Tancock, world champion, will not contest the final of the 50m backstroke” … “On Twitter this afternoon, Tancock noted he was off to see Green Zone, the Matt Damon movie” … “Teammate at Loughborough, Fran Halsall, also coached by Ben Titley, was unimpressed. She Twittered back: “have a holiday why don’t ya – a couple of 50s then a day off pfff ;)”
      http://www.swimnews.com/News/view/7547

  3. Eg hevði av misgáum tvær ferðir skrásett Ægir-stafettir sum SuSvim, og har var tí eitt silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki ov nógv hjá SuSvim, sum nú er flutt til Ægir. Lukkutíð broytir tað ikki uppá raðfylgjuna.

Leave a Reply to TresholdCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.