‘Turrasta svimjifelag í landinum’ stovnaði herfyri ein áhugabólk á Facebook, undir yvirskriftini “Svimjihyl í Runavík innan 2015“. Limatalið veksur stútt, frá umleið 40 í gjár til eini 160 beint nú, umfatandi eina rúgvu av teimum fremstu innan føroyska svimjing og føroyskan ítrótt sum heild. Um nakar ivast í hvat “Turrasta svimjifelag” er fyri nakað, so er talan um Svimjifelagið Neptun í Runavík, sum varð stovnað í 1963, við endamálinum at fáa ein svimjihyl til økið. Í dag er støðan í Runavík tó ikki betri, enn at lítli læruhylurin í Søldarfirði sambært álítandi keldum er fyltur við stólum.
… mundi eg sagt :-/
Vælsignaði meldið tykkum til bólkin, um tit plaga at gera sovorðið. Kanska tey vakna tá.
“Runavíks-politikarar kann man stóla uppá”
Ajú, sikkurt sum ein kavaman mitt í Colosseum ein heitan juli dag. Ella sum tey flestu vælliftur okra fólkavaldu koma við.
Nú er so ein sumbingur farin í gongd í Runavík, vónandi gongur betur hesu ferð.
Okur stuðla so gott okur kunna Terje
Bólkurin er beint nú nágreinliga 262 limir, í mun til 162 tá á døgverða 🙂
http://www.facebook.com/group.php?gid=120383644647252
Nú eru vit 370 🙂
So er at fáa fjølmiðlarnar at varpa ljós á 😉
Heilsan á Facebook: Vit eru nú 700 limir í hesum bólki, og tað sær út at vaksa, takk fyri stuðulin. í næstum verður stig tikið til eitthvørt alment tiltak fyri at fáa gongd á málið, vónandi fáa vit tykkara stuðul til hetta eisini.
http://www.facebook.com/#!/group.php?gid=120383644647252&ref=ts