Svimjisambandið hevur keypt “Live Timing” til Meistarastevnuna fyri 2010, sum verður nú í vikuskiftinum, umframt til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna næsta vikuskifti. Í ár við nýggjum møguleika at blása “Live Timing” síðuna upp á stórskíggja, sum vónandi merkir at áskoðararnir í hallunum fara at kunna fylgja enn betur við.