Danski Jacob Carstensen fekk nú leygardagin “LivredningsFondens Pris 2010”, fyri síni evni í tí tey kalla ‘kappingarlívbjarging’. Jacob vann sum kunnugt HM í 400 metra frísvimjing á stuttgeil í Gøteborg í 1997, men hevur nú í seinastuni lagt meira um til hesa fyri okkum føroyingar heldur ókendu grein, har lívbjargararnir kappast í “Baywatch”-líknandi kappingargreinum. Og tað gongur tað eisini bara væl hjá honum, við bronsu í “surf race” á EM í 2007, og bronsu í 200 metra forðasvimjing á HM í Berlin í 2008. Lesið her á svoem.dk