Japanska svimjisambandið hevði í februar lovað 1 millión yen, ella umleið 60.000 krónur, til tann svimjra sum rakk flestu FINA stig. Men tey brúktu skeivu FINA talvu, og komu tí til at geva bringusvimjaranum Ryo Tateishi virðislønina, í staðin fyri Hidemasa Sano sum eftir røttum hevði klárað flest stig. Pengarnir eru nú tiknir aftur frá Tateishi, og givnir Sano. Les swimnews.com
Teir burdu báðir fingið 1 millión yen.