Kári J. á Høvdanum svam 26.03 í 50 firvald, og tók harvið føroyska metið frá havnarmanninum Petur McIntosh, sum á Reykjavíkar International fyri nøkrum árum síðani svam 27.30.
Kári J. á Høvdanum svam 26.03 í 50 firvald, og tók harvið føroyska metið frá havnarmanninum Petur McIntosh, sum á Reykjavíkar International fyri nøkrum árum síðani svam 27.30.
Rafael Munoz Perez og Roland Schoeman fingu báðir tíðina 22.90 í morgun. Milorad Cavic úr Serbia var bara 3/100 sek spakuligari, meðan danin Jakob Schiott Andkjær var 4 skjótasti á teininum við tíðini 23.04. Heimsmetið hjá Munoz er 22.43.
Einki nýtt heimsmet bleiv sett í semifinalunum í 50 frí hjá monnum. Stórsta sjokkið her er nokk tað, at suðurafrikanarin Roland Schoeman bleiv bara nr 9, og kom tí ikki víðari til finalurnar. Danin Jakob Andkjær tók tað síðsta plássi til finaluna.