Í løtuni sær man HM beinleiðis á universalsports.com.
[Á myndini Michael Phelps, Ryan Lochte og Mattew Grevers sum saman við Nathan Adrian vunnu 4×100 frí]
Í løtuni sær man HM beinleiðis á universalsports.com.
[Á myndini Michael Phelps, Ryan Lochte og Mattew Grevers sum saman við Nathan Adrian vunnu 4×100 frí]
Her vera sett nýggj met í heilum.
Í semifinalunum í 200 blandað hevur amerikanska Ariana Kukors sett nýtt heimsmet við tíðini. 2:07.03 frammanfyri Stephanie Rice úr Avstralia, sum svam 2:08.68. Danska Julie Hjorth-Hansen setti 4 skjótasta tíð og nýtt danskt met við tíðini 2:09.87. Kirsty Coventry er eisini víðari til finaluna við tíðini 2:09.91.
Italska Pellegrini setti nýtt heimsmet í 400 frí. Áskoðarnir í Rom stóðu uppi tær síðstu 50 m, tá hon svam undir heimsmet pace. Danska Lotte Friis gjørdist nr 8.
Tíðin hjá norska Alexander Dale Oen í semifinaluni í 100 bringu var 59.90, ið ikki var gott nokk til eitt finalu pláss. Amerikanarin Eric Shanteau svam skjótast í semifinaluni og mundi sett nýtt heimsmet við tíðini 58.96. Hann setti tó nýtt amerikanskt met.
Finalistarnir eru:
Tað var sera tætt millum Týskland og Holland í 4×100 frí hjá kvinnum. Kvinnurnar úr Hollandi vunnu við tíðini 3:31.72, sum eisini er nýtt heimsmet. Tær amerikansku kvinnurnar skuffaðu, eftirsum tað var fyrstu ferð tær ikki fingu medalju í 4×100. Tær søgdu eisini aftaná, at tær vóru vónbrotnar og vistu, at tær høvdu kunna svomið skjótari, hvis tær ikki høvdu lagt so hart út.
Amerikanarnir við Phelps á odda vunnu enn einaferð 4×100 frí. Fransmennirnir vóru annars favorittar men blivu nr 3 aftanfyri russarnir, ið høvdu ein ordiligan endaspurt. Brasilia løgdu seg beinanvegin á odda, og mundi sett individuelt heimsmet, men dragnaðu so aftur 4. pláss.