Føroyskir svimjarar væl fyri til Danskt Meistaraskap

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi vikuskifti fara 22 føroyskir svimjarar til Danmarkar at kappast á Danske ÅrgangsMesterskaber, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar. Tað vil siga gentur upp til umleið 13 ár, og dreingir upp til umleið 15 ár.

DSC00241

Stevnan er í ár helvt um helvt í Haderslev og Kolding í Suðurjútlandi, soleiðis at yngsti aldursbólkurin kappast í Haderslev, og hin í Kolding. Føroyingar hava luttakarar við á báðum støðum, úr øllum føroyskum svimjifeløgum, sum í heilum liggja væl fyri til at gera seg galdandi í kappingini ímóti dønum.

Í bólki 2 er Tanja Skaalum úr SuSvim styrkismett til at verða nr 1 í 100 og 200 bringu, og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim at verða nr 1 í 50, 100, 200 og 400 frí, umframt nr 2 í 100 blandað. Alvi Hjelm úr Ægir er mettur at verða nr 2 í 400 frí, og føroysku genturnar liggja til at verða í oddinum í 4×50 frí, 4×50 blandað og 4×100 blandað.

DSC00212

Í bólki 1 er Magnus Jákupsson úr HS styrkismettur at verða nr 1 í 100 og 200 rygg, Poula Ø. Mohr úr FS at verða nr 2 í 100 frí og nr 3 í 50 frí, Cecilia Eysturdal úr Ægir at verða nr 3 í 400 frí, og Birita Debes at verða nr 3 í 100 rygg. Og hartil eri fleiri føri har svimjarar í báðum bólkum kunnu væntast at koma í finalu.

Føroysku svimjararnir eru

  • úr Suðuroyar Svimjifelag: Eyðbjørn Joensen, Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Kristina Elin Thomsen, Sofus Bech, Erna Katrin Olsen
  • úr Ægir: Alvi Hjelm, Victoria Eysturdal, Cecilia Eysturdal, Gunn Joensen
  • úr Fuglafjarðar Svimjifelag: Óluva Jacobsen, Sunnleyg Eliasen, Jóhann Heðinsson, Poula Ø. Mohr, Jonna B. Thomsen
  • úr Havnar Svimjifelag: Óli Mortensen, Markus Joensen, Magnus Jákupsson, Hjarnar Tórðarson
  • úr Reka: Heðin L. Olsen, Turið S. Christiansen
  • úr FLOT: Birita Debes

Føroyski hópurin fer avstað hósmorgunin 11. juni, og kemur heim aftur mánadagin 15. juni. Kappast verður fríggjakvøld, leygardag og sunnudag, við beinleiðis úrslitum á www.livetiming.se og www.svimjing.com/live

DSC00151

Ynskja tit fleiri upplýsingar kunnu tit ringja til venjaran Rúna Gaardbo 217106, ella formannin í Svimjisambandinum Jon Hestoy á tel. 59 45 55

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.