Í nýggjastu útgávu av The Morning Swim Show er eitt ógvuliga áhugavert prát við suðurafrikanska Cameron van der Burgh, um millum annað hvussu hann hevur broytt sín armteknikk í seinastuni, og um tað at hann hevur skift frá BlueSeventy til Arena. Ógvuliga áhugavert, tí at hann tosar um at hann fyrr brúkti mest arm- og bringuvøddar í sínum bringutaki, har hann nú roynir at skifta til at brúka ‘veingirnar’ og ryggvøddar, sum í einum firvaldataki, tí at teir koma skjótari fyri seg millum riðlar. Og viðvíkjandi BlueSeventy, at hann hevur skift millum annað “because I know that the neoprene is going to be banned”.