Libby Trickett undir 24 í 50 frí

Avstralska Libby Trickett (fødd Lenton) hevur í morgun við tíðini 23.97 sett nýtt langbana heimsmet í 50 frí hjá kvinnum, og er harvið fyrsta kvinna undir 24 sekund í 50 metra hyli. Harvið eru átta heimsmet sett á avstralsku úttøkumeistarastevnuni til olympisku leikir; tvey fleiri enn á teirri annars framúrskarandi evropeisku meistarastevnuni. Lesið her á SwimNews.

3 thoughts on “Libby Trickett undir 24 í 50 frí”

  1. YouTube brúkarin BeeSwim hevur eina øgiliga rúgvu av hágóðsku svimjivideoum her á YouTube, har tú kanst síggja góðan (ella í øllum førum effektivan) svimjiteknikk.

    Svimjarar, minnist til at tit læra minst líka nógv gjøgnum eyguni sum av at lurta eftir okkum venjarum, so hyggið og hyggið at sovorðnum videoum, um tit sleppa.

Leave a Reply to rokurCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.