Nólsoyarsvimjingin 2007

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so verður árliga stuðulssvimjingin til Nólsoyar tann 26. mai kl 12:00, til frama fyri svimjihyli í Nólsoy. Í ár royna tey sum nakað heilt nýtt at hava bæði klassiska teinin á umleið 4000 metrar úr Havn til Nólsoyar, og at skipa fyri einum stytri teini á 1000 metrar, frá einum báti uttanfyri bygdina og inn til Nólsoyar.

Í innbjóðingini stendur alt tað praktiska um nær tilmeldingin skal vera inni, og um hvussu tiltakið annars gongur fyri seg. Luttakarar mugu skaffa sær vátdrakt, eitt seksmannafar ella størri við VHF og minst tveimum vaksnum persónum umborð, og annars vera í hampuligari venjing. Eitt luttakaragjald á 250 er ásett, og tilmelding fer fram á triathlon.fo.

One thought on “Nólsoyarsvimjingin 2007”

  1. Eg hoyri sum slatur at Evald Rasmussen ætlar at svimja aftur og fram úti á Boðanesi, meðan hini svimja yvirum til Nólsoyar, fyri líkasum at halda bóghvítuhvalirnar beskæftigaðar.

    (tvætl)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.