Petur Heðin á Fløtti hevur í telduposti til SSF og svimjifeløgini boðað frá, at hann returnerar steypið til SSF, og altso ikki metir seg at vera ársins venjari 2006-2007. Orsøkin er eftir øllum at døma, at mannagongdin frá undanfarnu ár ikki hevur verið fylgd, har feløgini geva hvør sína atkvøðu til valið av ársins venjara.
Eg veit tíverri ikki so nógv meira um hetta málið. Men lat meg siga tað soleiðis, at Petur Heðin á Fløtti á ongan hátt er eitt óverdugt val til ársins venjara í ár. Hvør nýggja mannagongdin enn hevur verið, so burdi hann staðið seg væl eisini eftir gomlu. Nú er støðan tó tann, at SSF annaðhvørt má skipa fyri umvali við vanligu mannagongd, ella halda uppá at nýggja mannagongdin er røtt.
Ljóðar í fysta umfarið undarligt, men er tað nakar sum kann greiða frá hvussu mannagongdin var í ár?
eg fekk ein teldupost 14 dagar árðin FM sum var til svimjinevndina og starsnevndina
sum var biðin um at velja ársins venjara og hjálparfólk
fundurin skuldi verða í onkrari pausu undir FM ,eg spurdi einar 2 ferðir um henda góða fund ,men fekk einki svarð sum eg kundi brúka til nakað.
vh
Dan hjelm
Viðvíkjandi vali av ársins svimjarum, venjarum, stjørnuskotum etc. so fekk eg, sum undanfarnu ár, ábyrginda av at keypa steypini. Til sjálvt ´valið´ hevur ongantíð nakað nágreiniligt verið at gingið eftir og hava venjararnir tí havt fleiri leypandi fundir til FM og eru loksins komnir til persónarnar, sum fáa tildeilt ´titlarnar´. Somuleiðis hevur verið við ársins venjara, undantikið at tað hevur verið lutað feløgunum at stilla venjarar upp og soleiðis hevur verið atkvøtt, har tann við meirilutanum, fekk heiðurin.
Sigast skal tó, at ársins svimjari verður valdur serliga eftir at vera: fyrimyndarligur bæði til kappingar og venjingar, gjøgnumsnitt skjótur til okkara kappingar etc.
ársins firvalda-, rygg-, bringu, frí- og blandaðsvimjari verður valdur útlukkað eftir úrslitum gjøgnum alt kappingarárið.
og ársins venjari skal so hava víst á góð úrslit, verið fyrimyndarligur fyri svimjarunum etc.
Í fjørð summar legði eg frá mær sum venjari og havi eg tí ikki havt nakað sum helst innilit í hvørji skuldu hava tildeilt hesar ´titlarnar´ í ár.Tá man ikki fær annað at vita, ella veit betur sjálvur, helt eg tað verða fornuftugt, at senda venjarunum e-mail, har boðini vórðu, at tosa saman til FM og fáa avgreitt ársins svimjarar og eisini senda e-mail til starvsnevndina og svimjinevndina, at seta navn á ársins venjara og hjálparfólk.
Soleiðis hekk alt samalt og haldi eg sjálvur, at eg gjørdi mín part… oder was???
alt tað besta tit… Johan Martin Poulsen