Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 11. apríl 2026. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 11. apríl 2026. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Swim Open Stockholm 2026 svam næstskjótast í B-finaluni við tíðini 3:55.46. Hann átti sjálvur metið á 3:58.75 frá í morgun, sí úrslitalistan her á Swimify

Líggjas Joensen (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á Swim Open Stockholm svam seg til úrslitið 3:58.75. Hann átti sjálvur metið á 3:58.99 frá Vest Junior/Senior Langbane í mars mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify

Swim Open Stockholm byrjar við innleiðandi riðlunum nú í morgun frá kl 08:30, føroyska tíð, við luttøku av eisini Líggjasi Joensen (2008, Ægir) og Isaki Brisenfeldt (2006, HS), báðir umboðandi Aalborg Svømmeklub. Sí startlistarnar her á Swimify

Theodor Salter (2011, HS) luttekur í dag á “Level 1 National Qualifier Meet 2026” hjá City of Liverpool Swim Club í Liverpool, sí kunning um stevnuna her.

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2026 (ABMS 2026), sum verður í Svimjihøllini í Klaksvík hin 2. og 3. mai 2026.

Nú nærkast so smátt til árligu úttøkustevnurnar til EM 2026, har vit í Føroyum serliga kenna Danish Open, Bergen Swim Festival og Swim Open Stockholm. Nú góð vika er til fyrstu av hesum stevnum, so síggjast startlistarnir á Swimify, ið benda á harða kapping, við eisini føroyskari luttøku í Stockholm og Bellahøj.

Tey eru nú liðug við Vest Junior/Senior Langbane 2026 í Esbjerg, og gekk tað bara heilt væl hjá føroyingunum báðum, Isaki Brisenfeldt (2006, HS) og Líggjasi Joensen (2008, Ægir), umframt hjá danska liði teirra, Aalborg Svømmeklub.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni Lions Open sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fríggjakvøldið 20. og leygardagin 21. mars 2026. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg á Vest Junior/Senior Langbane 2026 í morgun til úrslitið 51.91 í 100 frí, sum er ájavnt við føroyska juniormetið hjá Magnusi Jákupssyni frá 2012. Hetta í innleiðandi riðlunum, so at Líggjas kann royna aftur í A-finaluni seinnapartin. Sí úrslistalistan her á Swimify
Úrslitið 51.91 gevur 737 AQUA-stig, sum er væl undir kravið hjá SSF til EJM 2026 á 700 AQUA-stig (52.25). Kravið til EM 2026 er 750 AQUA-stig (51.06), men har hevur Líggjas longu klárað kravið í 200 og 400 frí.
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) eigur føroyska metið í 100 frí, sum er 51.84 frá EM U23 í Slovakia í fjør.
