Nú kravtíðarskeiðið er runnið til NMU, EJM og EM 2026, eru tað sambært dátugrunninum Tempus hjá SSF hesi sum hava klárað kravtíð …

NMU í Oslo 29. og 30. juni 2026
Yvir 600 AQUA-stig, svimjarar føddir 2010-2013
- Tórir Olsen (2011, Ægir) 16:59.53 og 622 AQUA-stig í 1500 frí
- Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim) 34.49 og 604 AQUA-stig í 50 bringu
EJM í München 7. – 12. juli 2026
Yvir 700 AQUA-stig, svimjarar føddir ´2008-2012
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:54.62 og 824 AQUA-stig í 400 frí
- Silas Dam Lindeberg (2008, HS) 4:07.26 og 703 AQUA-stig í 400 frí
Líggjas hevur eisini klárað kravtíð í 100 frí (723 stig), 200 frí (812 stig), 800 frí (789 stig) og 1500 frí (764 stig)
EM í París 10. – 16. august 2026
Yvir 750 AQUA-stig, allir svimjarar
- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 3:54.62 og 824 AQUA-stig í 400 frí
Líggjas hevur eisini klárað kravtíð í 200 frí (812 stig), 800 frí (789 stig) og 1500 frí (764 stig)
Møgulig eykaúttøka?
Eingin er úttikin fyrr enn starvsnevnd SSF hevur endaliga staðfest úttøkurnar, og skulu tá hartil ganga undir tær treytir sum SSF ásetur, sum lýst í reglugerð SSF um úttøku og kravtíðir.
Um starvsnevnd SSF metir tað neyðugt ella hóskandi at taka út fleiri íðkarar, so hevur mannagongdin seinastu árini verið sum lýst í úttøkuskipan SSF til eyka úttøkur, ið m.a. ásetur minstamark á 500 AQUA-stig til NMU, og 700 AQUA-stig til EM.
Har eru tá fleiri uppá tal til bæði NMU og EM, meðan tað er eitt sindur meira ivasamt ísv EJM; tí at úttøkuskipanin til eyka úttøkur ikki beinleiðis ásetur minstamark har.
Í síðsta enda er tað tó upp til starvsnevnd SSF at endaliga avgera, hvørji ið verða úttikin til hesar ymisku avbjóðingar, og um møgulig onnur úttøku kemur uppá tal.
