
Gleðilig Jól


Altj´óða svimjisambandið World Aquatics hevur kunngjørt, at HM 2027 verður frá 26. juni til 18. juli 2027, við sjálvari svimjistevnuni í kappsvimjing frá 10. til 18. juli 2027. Hetta er avgerandi stevnu fyri úttøku til OL 2028, men verður heldur pressað í mun til Oyggjaleikir 2027, ið sum kunnugt verða frá 3. til 9. juli 2027.
Frá Íðkaranevnd SSF:
So bleiv tað 16. desember, og valið í Íðkaranevndini byrjar í dag, og endar sum kunnugt 23. desember 23:59.

Niðanfyri er leinkjan har atkvøtt verður. Vinarliga sendið tit leinkjuna víðari til viðkomandi svimjarar.
Stk 1: Valrætt hava tey ítróttarfólk, sum eru fylt 15 ár, og valbæri tey ítróttarfólk sum eru fylt 18 ár, ið hava umboðað teirra felag á føroyskari meistarastevnu undir SSF í seinasta lagi átta ár undan uppstilling til val í nevndina.
Continue reading Leinkja at atkvøða til val í ÍðkaranevndiniHer eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 12. og leygardagin hin 13. desember 2025. Úrslitini síggjast eisini her á Swimify

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) royndi seg í dag í 100 rygg á EM á stuttgeil 2025 í Lublin, og varð har nr 27 av 30 við tíðini 1:02.53. Sostatt undir kravið til at hoyra til stig 2 í úrvalsskipan ÍSF, sum er at røkka topp-32 á EM, HM ella OL. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Fyrsti dagur er farin afturum á EM á stuttgeil 2025, og høvdu vit tveir svimjarar í hylinum. Lea O. Højsted (2008, Ægir) svam seg til úrslitið 1:10.83 í 100 bringu, og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) til 1:01.81 eisini í 100 bringu.

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið 12. og leygardagin 13. desember 2025. Sum nakað serligt, lovar HS gávukort á 1000 kr til tann ið klárar at seta føroyskt met á hesari stevnu.

Í morgin ári byrjar EM á stuttgeil 2025, sum í ár er í Lublin har eysturi í Póllandi, frá týsdegi 2. til sunnudag 7. desember 2025. Tey eru eini 533 svimjarar úr 45 londum, har í millum 4 úr Føroyum. Sí startlistar og úrslit her hjá European Aquatics

NM/NJM 2025 er nú liðugt avgreitt, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg. Oddvá Nattestad (2006, HS) setti heimsmet í 50 bringu fyri kvinnur S19, Líggjas Joensen (2008, Ægir) vann silvur í 200 frí, og dreingirnir settu eftir øllum at døma stórt nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí.

Annar dagurin er farin afturum á NM/NJM 2025 í Reykjavík, og vóru har góðar løtur eisini hjá føroyingum. Oddvá Nattestad (2006, HS) setti heimsmet í 100 bringu fyri kvinnur SB19 við tíðini 1:26.27, Isak Brisenfeldt setti føroyskt met og varð norðurlendskur meistari í 200 firvald við tíðini 1:59.01, og NJM-dreingirnir settu føroyskt juniorlandsliðsmet í 4×100 blandað við tíðini 3:56.32.
