Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild Joensen setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á Danish Open 2017 svam teinin uppá 29,98 sekund. Hon átti sjálv metini á 30,07 sekund, og er hon sostatt eisini fyrsta føroyska kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 rygg á langgeil. Signhild svimur fyri Ægir.

Continue reading Signhild 29.98 og føroyskt met í 50 rygg

Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2017 svam seg í A-finaluna við næstbestu tíð av øllum, 1:03.59 aftanfyri bara danska OL-heiðursmerkjavinnaran Mie Ø. Nielsen. Signhild svimur fyri Ægir í Klaksvík. Sí úrslitalistan her.

Continue reading Signhild 1:03.59 og føroyskt met í 100 rygg

Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.

Untitled

Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017

Signhild 2:13.11 og føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svam teinin uppá 2:13.11. Hon átti sjálv metini á 2:14:74, frá Ægir-stevnu í februar mánaða. Sí úrslitalistan her

Signhild 2:19.80 og nýtt føroyskt juniormet í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:19.80. Birita Debes átti juniormetið á 2:20.20 frá Føroyameistarastevnuni 2011. Og Signhild hevur samstundis svomið seg til silvurnál við stjørnu. Sí úrslitalistan her á livetiming.dk

Signhild Joensen 2:25.22 og juniormet í 200 rygg

Sunnumorgunin megnaði Signhild Joensen úr Ægir at seta stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung svam 200 metra ryggsvimjing uppá 2:25.22. Birita Debes átti føroyska juniormetið á 2:30.53, frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010. Sí úrslitalistan her.

Signhild vann riðilin uttan at brúka armarnar

Signhild Joensen úr Ægir gjørdi nakað óvæntað í 2. riðli í 200 frísvimjing tá hon frá byrjan legði seg á ryggin og sparkaði seg fyrst á mál. Tíðin hjá henni var 2:45.42, nakað spakuligari enn Cecilia, Victora, Lív og hinar í 3. og síðsta riðli, men ikki sørt imponerandi at svimja so skjótt uttan brúk av ørmum. Sí video av riðlinum her.