Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés

Tað er ikki eiti á jaligum afturmeldingum sum Svimjisambandið fær, nú aftaná fyrstu roynd at senda landsliðshóp til Bergen Swim Festival. Éitt er, at okkara bestu vunnu 9 heiðursmerki og settu 3 føroysk met og 5 juniormet; men hartil vóru tey 77% sum settu persónlig met, og 83% sum svumu sína bestu tíð í ár. Umframt at stemningurin var uppá tað besta, nú luttøkan eisini var partur av ítróttarsálarfrøðiligu verkætlanini til at byggja upp góðan liðanda.

SSF gongutúr í Bergen. Anita Nysted eigur myndina

Continue reading Bergen Swim Festival 2018 ein brakandi succés

Vár 26.52 og gull og risa met á Bergen Swim Festival 2018

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard snøgt sagt brendi føroysku metlistarnar í 50 metra frísvimjing, tá ið tey í gjár avgreiddu hesa grein á Bergen Swim Festival 2018.

Vár E. Eidesgaard gull í 100 frí fyri juniorar, á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Continue reading Vár 26.52 og gull og risa met á Bergen Swim Festival 2018

Signhild 2:14.99 og gull í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2018

Signhild Joensen megnaði í gjár at vinna altjóða gullheiðursmerki eisini í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni á Bergen Swim Festival 2018 svam teinini uppá 2:14.99.

Signhild Joensen gull í 50 rygg á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Continue reading Signhild 2:14.99 og gull í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2018

Vár junior-gull í 400 frí á Bergen Swim Festival 2018

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði í gjár at vinna altjóða gullheiðursmerki í eisini 400 frí fyri juniorar, tá ið hon í finaluni á Bergen Swim Festival 2018 svam teinin uppá 4:29.01.

Vár E. Eidesgaard gull í 100 frí fyri juniorar, á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Vár junior-gull í 200 frí á Bergen Swim Festival 2018

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann sær í gjár altjóða gullheiðursmerki í 200 metra frísvimjing fyri juniorar, tá ið hon í finaluni í 200 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2018 svam teinin uppá 2:07.26.

Vár E. Eidesgaard gull í 100 frí fyri juniorar, á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Hetta var eisini stórt persónligt met hjá Vár, í mun til hennara 2:08.38 frá SuSvim-stevnu í februar mánaða. Sára Ryggshamar Nysted eigur føroyska metið og juniormetið á 2:05.66, frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Hodmezovasarhely í Ungarn í 2016.

Signhild silvur og føroyskt met í 100 rygg á Bergen Swim Festival 2018

Signhild Joensen setti í gjár stórt nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, og vann sær altjóða silvurheiðursmerki, tá ið hon á Bergen Swim Festival 2018 svam 1:03.01 og næstskjótast av teimum átta í finaluni. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:03.34, frá SuSvim-stevnu í Vági fyri viku síðani.

Signhild Joensen gull í 50 rygg á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Rókur junior-silvur á Bergen Swim Festival 2018

Rókur Trygvason vann sær í gjár altjóða silvurheiðursmerki á Bergen Swim Festival 2018, tá ið hann í finaluni í 200 metra bringusvimjing fyri juniorar svam teinin uppá 2:24.49. Hetta var eisini stórt persónligt met, í mun til hansara 2:26.47 frá Reykjavík International í januar mánaða.

Rókur Trygvason juniormet í 100 bringu á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Róland Toftum eigur føroyska juniormetið á 2:23.72, frá Reykjavík International í 2016, meðan Pál Joensen eigur føroyska metið á 2:21.71, frá Bergen Swim Festival í 2015.

Vár 28.44, juniorgull og juniormet í 50 firvald

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann í dag gull í 50 metra firvaldasvimjing fyri juniorar, á Bergen Swim Festival 2018. Hetta í triðja umfari í  ‘útskiljingskapping’, har hon við tíðini 28.44 eisini setti nýtt føroyskt juniormet.

Vár átti sjálv føroyska juniormetið á 28.54, frá SuSvim-stevnu í Vági í februar mánaða, meðan Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 28.29, frá Danish Open í 2014.

Vár E. Eidesgaard gull í 100 frí fyri juniorar, á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Sí úrslit

1. umfar
2. umfar
3. umfar

Rókur 1:06.14 og juniormet í 100 bringu

Rókur Trygvason setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing, tá ið hann í finaluni fyri juniorar á Bergen Swim Festival 2018 svam seg til tíðina 1:06.14 og eitt flott fimtapláss. Sí úrslitalistan her.

Rókur Trygvason juniormet í 100 bringu á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Signhild gull í 50 rygg á Bergen Swim Festival 2018

Signhild Joensen vann sær fyri løtu síðani altjóða gullheiðursmerki í 50 metra ryggsvimjing, á Bergen Swim Festival 2018. Hetta var í ‘útskiljingskapping’, har tær vóru fyrst 8 sum svumu hesar 50, fyri síðani at taka fyrst tríggjar frá og síðani tvær afturat, til Signhild var skjótast/seigast av teimum trimum eftirverandi.

Signhild Joensen gull í 50 rygg á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Birita Debes luttók eisini í hesi finalu, og ‘yvirlivdi’ har fyrsta umfar í útskiljingini, áðrenn hon var millum tær sum vórðu sáldaðar frá.

Sí úrslit …

1. umfar
2. umfar
3. umfar